* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Bretska herskipið, HMS Defender, er komið í Hormuzsundið.

Bretar senda eitt herskip aftrat í Hormuzsundið

Bretland sendir eitt herskip aftrat í Hormuzsundið við Iran sum lið í altjóða sjóvinnusamtakinum, sum skal tryggja navigasjón og skipaferðsluna í økinum. Talan er um HMS Defender 45.

Hetta verður triða bretska herskipið í Hormuzsundinum, og bretski verjumálaráðharrin, Ben Wallance, sigur í einum tíðindaskrivi, at neyðugt er at hava herskip á staðnum fyri at tryggja navigasjón til skipaferðsluna í økinum. Sambært verjumálaráðharran verða roynir gjørdar við skipunum í løtuni.

Spenningarnir í Hormuzsundinum eru bara øktir seinastu mánaðirnar millum annað tí, at iranskir myndugleikar løgdu hald á eitt bretskt tangaskip.

Tað var annars eftir øllum at døma gjørt sum hevnd fyri, at bretskir myndugleikar á Gibraltar frammanundan høvdu lagt hald á eitt iranskt tangaskip, sum var í bretskum øki við Gibraltar.

Illgruni var um, at tangaskipið var á veg til Sýria við olju, og tað er í stríð við amerikonsk- og ES-revsitiltøk, sum eru sett í verk móti Sýria.

Tað skipið varð latið leyst í farnu viku.

 

Kelda: Shippingwatch