
Bretska stjórnin við Rishi Sunak, forsætisráðharra á odda, hevur broytt avgerðina hjá Boris Johnson, fyrrverandi forsætisráðharra, at lata smíða eitt nýtt kostnaðarmikið kongaskip í staðin fyri Britanniu, sum varð tikin úr rakstri í 1997. Nýggja kongaskipið varð mett at kosta 1,2 milliardir krónur.
Boris Johnson ætlaði at lata byggja eitt nýtt kongaskip, so at kongaliga familjan í ljósinum av Brexit kundi sigla út í heim at marknaðarføra bretskar vørur og virði.
Johnson ætlaði at fíggja kongaskipið við almennum lutaspæli.
- Er tað veruliga besta ætlanin, tey konservativu kunnu finna, spurdi Deidre Brock úr Skotska Tjóðarflokkinum SNP, tá avgerðin varð tikin á sinni.
- Fyri mær er líkt til, at tey konservativu vilja flyta Bretland aftur í 50-ini, væl at merkja 1850-ini, segði Deidre Brock.
Rishi Sunak heldur, at peningurin er givin betur við at smíða skip, sum kunnu verja týdningarmikið undirstøðukervi sæð í ljósinum á russisa krígnum móti Ukraina.
Kelda: Maritimedanmark