* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

BP funnið olju við nýggjari tøkni

BP boðar frá, at felagið hevur funnið tvey nýggj oljuøki í Meksikoflógvanum, og hevur haraftrat eyðmerkt eina nøgd upp á umleið eina milliard tunnur av olju í einum brunni, sum felagið helt vera tóman. Tað er nýggj seismisk tøkni, sum er grundin til seinastu fundirnar.

 

Bretska oljufelagið, sum fyri kortum aftur er farið at arbeiða í Meksikoflógvanum, er við hesum seinastu oljufundunum vorðið virknasta felagið í økinum.

 

Seinastu árini hevur felagið lagt nógv arbeiði í tøkni- og datafunksjónir.

 

Ætlanin við arbeiðinum hjá BP í Meksikoflógvanum er at verða millum tey fremstu, tá tað kemur til “high-margin” olju, sigur forstjórin í BP, Bernard Looney.

 

- Eftir sum hesir marknaðir framvegis eru lutfalsliga nýggir, síggja vit stórar møguleikar fyri meirmenning á tí økinum, sigur hann.

 

Kelda: gCaptain