* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Skiparin á reikferðaskipinum, Azura, hevur fingið bót fyri, at innihaldið í brennievninum var ov høgt.

Bót fyri ov høgt svávulinnihald

Rætturin í Marseille hevur givið einum skipara á einum reikferðaskipi 110.000 dollarar í bót. Bótina fær hann av teirri grund, at reikferðaskipið, hann var skipari á, Azura, sigldi við brennievni við svávulinnihaldi omanfyri markið hjá ES.

 

Tað var mánadagin 25. november at rætturin í Marseille gav amerikanska skiparanum eina bót upp á 110.000 dollarar. Ein upphædd, ið svarar til 720.000 krónur.

 

Hetta er fyrsta bótin av sínum slag, og er í grundini í stríð við fyrrverandi hugburðin hjá Fraklandi í sambandi við svávulinnihald.

 

Tað skrivar The Maritime Executive sambært Søfart.

 

Tað var hin 28. mars í ár, at fronsku myndugleikarnir kannaðu reikferðaskipið, Azura, og tey kom fram á eitt svávulinnihald upp á 1,68 prosent í brennievninum, sum skipið tá brúkti. Sostatt varð markið hjá ES upp á 1,5 brotið.

 

Tulkingarnar hava annars verið ymiskar, júst tá tað kemur til reikferðaskip, og hvussu markið á svávulinnihaldinum skal roknast og vigast, tá siglt verður millum havnir. Av romu orsøk hevur reiðaríið skotið avgerðina hjá rættinum í Marseille inn fyri hægri rætt.

 

Kelda: Søfart