* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Norski boripallurin, Leiv Eiriksson, verður møguliga nýttur til alivirksemi. Ætlanin var annars, at hann skuldi høggast upp.

Norski boripallurin, Leiv Eiriksson, kann enda sum alibrúk.

 

Boripallurin kom fyri tveimum vikum síðan til Ågotnes uttanfyri Bergen, og er samstundis tikin úr rakstri. Tað hevur verið upp á tal, at hann skal høggast upp. Men nú eru aðrar hugsanir komnar fram um pallin.

 

Sambært norska miðlinum, Skipsrevyen, hava áhugað verið umborð og hugt eftir, um hann møguliga kann nýtast í alivirksemi. Tað er fleirtjóðað felagið, Transocean, sum eigur Leiv Eiriksson.

 

Fyrrverandi stjórin á pallinum, Rolf Juan Morales, sigur við Skipsrevyen, at lagnan hjá 20 ára gamla boripallinum er ikki endaliga avgjørt enn.

 

- Pallurin er klárur at høggast upp, men eftir tí, eg skilji, er onkur, sum hevur ætlanir um at nýta hann til aling, sigur hann.

 

Sambært Skipsrevyen eru tað tvey umboð fyri Westcom, sum hava hugt eftir boripallinum.

 

Kelda: Skipsrevyen