* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Bjargingarfelagið, sum er leigað at burturbeina vrakið av farmaskipinum OS35, ið strandaði uttan fyri Gibraltar seinast í farna mánað, hevur gjørt av at søkkja tann partin av skipinum, sum framvegis flýtir omanfyri vatnskorpuna. Myndugleikarnir ávara um oljudálking.

 

Avgerðin er tíkin, tí ódnarveður er á veg móti sjóøkinum uttan fyri Gibraltar.

 

Bjargingarmanningin óttast, at ringa veðrið fer at bróta aftara partin av skipium. Tað fer at gera bjargingararbeiði, sum longu er trupult, upp aftur truplari.

 

OS35 er brotnað í tveir partar, har fremri parturin liggur undir í sjógvi, meðan afturparturin av skipinum framvegis flýtur. Bara vánaligt og illa farið metall heldur partarnar saman.

 

Bjargingarmanningin fyllir nú lastrúmið við sjógvi, og tað skal noyða skipið til botns.

 

Myndugleikarnir ávara um, at arbeiðið kann føra til oljudálking.

 

Kelda: Maritimedanmark



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=-zUWS06fd2Y]