* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Bjarging við Svalbard

Um 6-tíðina seinnapartin í gjár, mánadagin, fekk sýslumaðurin á Svalbard boð um, at ferðafólkaskipið, Sjøveien, vildi hava hjálp, tí motorurin varð steðgaður upp.

 

”Sjøveien” var staddur við Mohnvíkina í Stórfjørðinum við Svalbard, tá skipið misti alla motormegina.

 

Bjargingin varð fyriskipað av Høvuðsbjargingarsentralinum í Norðurnoregi (HRS). Tænastuskipið hjá sýslumanninum á Svalbard, Polarsyssel, lá einar tveir tíma frá Sjøveien, tá manning á Sjøveien bað um hjálp.

 

Í løtuni sleipar Polarsyssel so Sjøveien til Longyearbýin á Svalbard. Sleipast skal 280 fjórðingar, og tað fer at taka eina 30 tímar.

 

Tólv ferðafólk og manningin, ið telur 10, eru við Sjøveien.

 

Tað kostar hvørjum ferðafólki slakar 70.000 danskar krónur at vera við Sjøveien í 11 dagar.

 

Kelda: Skipsrevyen