* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Stóra bingjuskipið, Ever Forward, er nú sleipað av aftur sandrivi.

Bingjuskipið ‘Ever Forward’ sleipað leyst aftur

Sunnudagin eydnaðist seks sleipibátum at hála strandaða bingjuskipið Ever Forward av aftur sandrivunum uttan fyri Baltimore í USA. Bjargingin eydnaðist, 35 dagar eftir at skipið strandaði av orsøkum, sum eingin veit enn.

 

Fimmhundrað bingjur vórðu lossaðar av Ever Forward, áðrenn tað varð togað leyst, og sandbátar og onnur før høvdu eisini burturbeint stórar mongdir av móru kring skipið.

 

Bingjuskipið er nú sleipað til Annapolis Ancorage, har tað verður kannað fyri skaðar. Verður mett, at skipið kann sigla, verða bingjurnar, sum vóru tiknar av skipinum, tiknar umborð aftur, og Ever Forward kann taka ferð sína til Norfolk í Virginia uppaftur.

 

Ever Forward stevndi út úr havnini í Baltimore hin 13. mars, og silgdi við 13 míla ferð, tá tað brádliga broytti kós, og sigldi burtur frá siglingarrennuni og strandaði inni í sand- og mórurivum.

 

Kelda: Maritimedanmark



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=TVqCobjnzoI]
Sjónbandamyndir av Ever Forward.