* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Fløskuhálsar í alheims undirstøðukervinum merkja, at svenska møpulketan, IKEA – hóast hon hevur keypt sínar egnu bingjur, leiga egin skip og leiga egin tok – ikki er før fyri at útvega nóg nógvar rávørur til tess at halda framleiðsluvirki síni koyrandi.

 

Trupulleikarnir síggast aftur í vøruhúsunum hjá ketuni, eisini í Danmark.

 

“Vit gera alt fyri at fáa gongd á aftur, men næsta hálvtannað árið fara kundar okkara tívverri at uppliva, at ávísir vørubólkar eru útseldir”, sigur Peter Langeskov, logistikkábyrgdari hjá IKEA Danmark, við Børsen.

 

Hóast koronufarsóttin í løtuni ikki ger so nógv um seg, sum hon hevur gjørt í stórum parti av heiminum, er farsóttin framvegis ein hóttan móti undirstøðukervinum, tí sjálvt smáir trupulleikar kunnu elva til fløskuhálsar.

 

Fløskuhálsarnir breiða seg sum ringar í sjónum, og beint nú vaksa teir á vesturstrond USA. Í Los Ageles/Long Beach bíða 54 skip í løtuni eftir at sleppa at lossa.

 

“Tá skipini ikki skeppa av við vørur sínar, sleppa tey ikki víðari,” sigur Lars Jensen, sum starvast hjá Vespucci Maritime.

 

Kekda: Maritimedanmark