* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Alt fleiri nýbygningar við alternativum brennievnisskipanum verða bílagdir.

Í seinastu frágreiðing síni skrivar DNV, at talið av skipum við alternativum brennievnisskipanum er tvífaldað í ordrabókunum síðan 2019. Felagið kunngerð eisini ein nýggjan frymil, sum skal hjálpa skipaeigarum at vísa vegin til burðardygd.

 

Alheims Klassin, DNV, hevur júst almannakunngjørt eina nýggja útgávu av frágreiðingini, Maritime Forecast to 2050.

 

Í frágreiðingini sæst, at talið av bíleggingum upp á nýbygningar við alternativum ella øðrvísi brennievnisskipanum er tvífaldað.

 

Í 2019 var talið á bílagdum nýbygningum við alternativum brennievnisskipanum umleið seks prosent, meðan talið í 2021 er vaksið upp í 12 prosent.


DNV er eitt altjóða skrásetingar- og klassingarfelag við høvuðsskrivstovu í Høvik í Noregi. Sløk 12.000 fólk arbeiða í fyritøkuni.

 

Kelda: Shippingwatch