* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Bíðirøðin við amerikanskar havnir fer at vaksa

USA kann tað sama fyrireika seg uppá, at veitingarliðini gerast upp aftur truplari, og at fleiri skip koma at liggja í bíðirøð við havnir í USA. Tað fer at henda, tá Asia aftur letur framleiðsluvirki síni upp eftir Covid-19-stongsulin. Roknast kann tí við, at upp aftur meira seinkingar verða í amerikonskum havnum. Tað sigur stjórin fyri “West Coast”-havnirnar í USA.

 

Kina hevur seinastu vikurnar læst stóra milliónabýin Shanghai og onnur øki niður í sambandi við Covid-19.

 

Tá virkini byrja virksemið aftur, fara tey at stríðast við at avgeiða allar bíleggingarnar, sum hava ligið og bíðað, og tað fer at føra til nýggjar fløskuhálsar við amerikanskar havnir, tá røðin av skipum kemur til USA úr Kina.

 

Tað sigur forsetin í Pacific Maritime Associations, James McKenna.

 

- Tá ið stongsulin í Kina letur uppaftur, kemur ferð vónandi aftur á virksemið, segði McKenna í eini samrøðu við Bloomberg í Los Angeles í gjár, hósdagin, skrivar gCaptain.

 

- Men vit vænta á ongan hátt, at hetta verður endin, segði hann, og vísti til veitðingarliðini. Hann roknar við, at teir skulu stríðast við fløskuhálsar alt árið.

 

Felagið hjá McKenna umboðar 70 flutningsfyritøkur, samtøk av farstøðum og ymisk reiðarí, sum arbeiða í 29 havnum á vesturstrondini, millum annað í Los Angeles og Long Beach.

 

Kelda: gCaptain