* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Belgiska løgverjan hevur funnið meira enn 11,5 tons av kokaini í havnini í Atverpen. Virðið verður mett til meira enn 3,3 milliardir krónur.

 

Løgverjan fann kokainið í einari goymdari bingju í havnini í Antverpen. Hetta er størsta nøgdin, funnin er í Belgia nakrantíð.

 

Tað upplýsir ákærumyndugleikin í landinum.

 

Kokainið varð funnið 27. oktober, tá løgverjan kannaði fimm bingjur við metallburturkasti úr Suðuramerika.

 

Virðið á stóru nøgdini av kokaini verður mett til 450 milliónir evrur, sum eru umleið 3,3 milliardir føroyskar krónur. Var kokainið komið út á gøtuna, hevði virðið verið tað tvífalda.

 

Júst havnin í Antverpen verður mett sum størsta innskipingarveitin av kokaini til Evropa. Orsøkin er tætta sambandið, sum havnin hevur við Surðuramerika.

 

Kanningarleiðararnir upplýsa, at bingjan við kokaininum kom til belgiska býin, Zeebrugge, áðrenn hann varð fluttur víðari til Antverpen. Kokainið varð goymt í einari stálbingju, sum var inni í einari aðrari størri bingju. Hon var send frá lítla landinum, Guyana, har norðuri í Suðuramerika.

 

Bingjan skuldi sendast til eina fyritøku beint hinumegin markið millum Belgia og Holland.

 

Kelda: Søfart