* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, fer nú undir samgongutingingar.

Bárður á Steig Nielsen roynir at skipa samgongu

Seinnapartin týsdagin fekk formaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, litið upp í hendi at skipa nýggja samgongu. Hann hevur fingið freist til 14. september.

 

Týsdagin kallaði løgtingsformaðurin formenninar í øllum politisku flokkunum til fundar, ein í senn, um ætlanina at skipa nýggja samgongu.

 

Ein og ein gingu formenninir inn á gólvið til tingformannin, Páll á Reynatúgvu, og løgtingsstjóran, Jonhard Klettheyggj.

 

Seinnapartin var greitt, at tað er Bárður á Steig Nielsen, sum skal gera roynd at skipa nýggja samgongu. Við in.fo sigur Bárður á Steig Nielsen, at Sambandsflokkurin við hesum er komin í eina lyklastøðu, og kunnu nú fara til báðar síður.

 

- So eg gangi út frá, at samgonguflokkarnir síggja ein møguleika, um tað ikki gongur, og at tað so kann blíva ein breið semja millum flokkarnar, sigur Bárður á Steig Nielsen við in.fo.

 

Enn verður kortini roknað við, at størst sannlíkindi eru fyri, at skipa verður ein samgonga millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin. Sjálvandi er framvegis ógreitt, hvør verður løgmaður í einari nýggjari samgongu, men bara tað, at Bárður á Steig Nielsen er peikaður út sum samráðingarleiðari, gevur honum eyka góðan møguleika.