* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Aliringur hjá Bakkafrosti.

Laksur vinnur á búffi og høsnarunga: Norska alifyritøkan, Mowi, liggur fremst í heiminum á lista yvir burðardyggar matvørur, og Bakkafrost liggur nummar trý. Kjøtframleiðarar sum McDonald’s og Nestlé verða smurdir av.

 

Mowi hevur burðardyggasta partabrævið í heiminum innan proteinframleiðslu, og føroyska Bakkafrost liggur sum nummar trý á hesum árliga “Collier FAIRR Protein Indeksinum”.

 

FAIRR er eitt íløgusamtak, sum ger árliga listan við “burðardyggum” partabrøvum.

 

Bakkafrost liggur frammanfyri stórar alifyritøkur sum Grieg Seafood, sum kemur á sætta plássi, og Lerøy á áttanda plássi.

 

Í alt eru sjey alifyritøkur í topp 20 á listanum.

 

- Tað er eingin ivi um, at aling er ein veðurlagsvinnari samanborið við kjøtframleiðslu, so eg eri ikki bilsin av, at fleiri alifyritøkur liggja væl fyri á indeks-listanum yvir burðardyggar matvørur hjá framleiðslufyritøkum, sum eru á heimsins keypsskálum, sigur forstjórin í Mowi, Ivan Vindheim.

 

Tíggju tær fremstu fyritøkurnar á listanum eru hesar:

 

1.     Mowi

2.     Maple Leaf Foods

3.     Bakkafrost

4.     Marfrig Global Goods

5.     Tyson Foods

6.     Grieg Seafood

7.     Fonterra Co-Operative Group

8.     Lerøy Seafood Group

9.     JBS

10.  BRF

 

Kelda: e24.no