* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Kinverska njósnaraskipið beint uttan fyri avstralskt sjóøki.

Avstralia stúrir fyri kinverskum njósnaraskipi nærindis avstralskum øki

Eitt kinverskt fregnartænastuskip varð sætt beint uttan fyri avstralskt sjóøki - út fyri vesturstrondini - einar 50 fjórðingar frá loyniligum avstralskum útbúnaði, boðaðu avstralsku myndugleikarnir frá fríggjadagin. Hetta loypur ekka á Avstralia.

 

Scott Morrison, fosætisráðharri, sigur, at kinverska sjóverjuskipið var ikki í avstralskum sjóøki, men hjáveran av skipinum var óunnilig.

 

- Tað var heilt greitt, at talan var um eitt fregnartænastuskip (njósnaraskip), og skipið kannaði okkum. Men vit halda eitt vakið eyga við sjóverjuskipinum, sigur Scott Morrison,

 

Avstralia avdúkaði skipið, og fylgdi tí í eina viku, meðan tað sigldi handan Harold E. Holt sjóvinnu-samskiftisdepilin í Exmouth, sum avstralskir og amerikanskir kavbátar nýta.

 

Kinverska sendistovan í Avstralia er ikki komin við nakrari viðmerking um hendingina, hóast fleiri miðlar hava sent henni fyrispurningar.

 

Hin 21. mai í ár verður val í Avstralia, og eitt av høvuðsevnunum upp undir valið, hevur verið kinverska hóttanin móti trygdini í Avstralia.

 

Kelda: gCaptain