* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Bert heilt fáir avskiparar hava gjørt sær greitt, hvat kostnaðurin verður av nýggju svávulkrøvunum, sum koma í gildi í 2020.

Avskiparar illa fyrireikaðir í sambandi við svávulkrøv

Bara ein av tíggju av kundunum hjá bingjureiðarunum hava gjørt eina veruliga greining av, hvørjar avleiðingar svávulkrøvini og kostnaðirnir av krøvunum koma at hava.

 

Nógvir av kundunum hjá stórum bingjureiðaríum sum Maersk Line og øðrum hava ikki rættiligt yvirlit yvir, hvussu nýggju brennievnisreglurnar í 2020 koma at raka tey. Bara eitt av tíggju reiðaríum hevur gjørt eina veruliga greining, og ein triðingur av reiðaríunum siga seg als onki yvirlit hava av nýggju reglunum.

 

Tað vísir ein kanning, sum ráðgevarafyritøkan, Drewry, hevur gjørt av 106 avskiparum og farmasendarum (speditørum).

 

Frá 1. januar í 2020 skulu øll reiðaríir liva upp til nýggju umhvørviskrøvini og sigla við reinari – og eisini dýrari – brennievni við minni svávuli í. Mett verður, at tað fer at kosta reiðarínunum millum 10 og 15 milliardir dollarar eyka um árið til brennievni ella reinsiskipanir, sonevndar skrubbarar.

 

Í sjør forvunnu 13 tey størstu reiðaríini í alt 3,5 milliardir dollarar áðrenn rentur og skatt, vísir ein uppgerð hjá einari aðrari ráðgevarafyritøku, Seaintel.

 

”Ta er tískil greitt, at reiðaríini ikki kunnu gjalda eykaútreiðslurnar. Avskipararnir verða noyddir at taka tann eykakostnaðin. Har eru snøgt sagt ikki onnur, sum kunnu gera tað. Spurningurin er bara hvussu,” skrivaði Seaintel í einari viðmerking mánadagin.

 

Kelda: Shippingwatch