* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Avlop hjá Nordic Bulk Carriers í 2017

Nordic Bulk Carriers hevði framgongd bæði í umsetningi og avlopi í 2017. Reiðaríð hevur siglt á Landnyrðingsleiðini síðan 2017.

 

Á roknskapinum sæst ein hækking í umsetninginum uppá 77,9 milliónir dollarar til 176,8 milliónir dollarar í fjør. Tað boðaði cvr-skrásetingin frá í gjár.

 

Fyri alt 2017 fekk felagið eitt avlop upp á 4 milliónir dollarar í mun til eitt hall upp á 916.000 dollarar í 2016.

 

Á Landnyrðingsleiðini

Nordi Bulk Carriers hevur síða 2010 siglt á Landnyrðingsleiðini. Í fjør fekk reiðaríið sáttmála við Arctic Mining Company um flutning av koli júst á hesi leiðini. Avtalan merkir, at panamax-skipini hjá reiðarínum við einum kapasiteti upp á 76.000 dwt fara at sigla 30 milliónir tons av koli um árið frá Tairmyr hálvoynni í Russlandi, hevður reiðaríið áður sagt.

 

Í flotanum eru átta turrfarmaskip, tvey teirra eru av slagnum handymax, og hini seks skipini eru sonevnd panamax-skip.

 

Pangaea Logistics í USA eigur Nordic Bulk Carriers.

 

Kelda: Shippingwatch