* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Yara Birkeland, fyrsta autonoma farmaskipið í heiminum, sum verður rikið við ravlaði.

Koronukreppan fekk í mai skyldina fyri, at heimsins fyrsta autonoma farmaskip, rikið við ravlaði (battarí-drivið), Yara Birkeland, var útsett. Nú sær út til, at ætlanin er seinkað orsakað av fjøltætti, sum hevur samband við autonomar skipanar á landi.

 

Stjórin á fóðurframleiðsluvirkinum, Yara International, sum bílegði slóðbrótandi skipið í 2017, sigur í samrøðu við “Teknisk Ukeblad”, at 80 metrar langa skipið kann koma út at sigla komandi ár.

 

Skrokkurin varð smíðaður á Vard Braila-skipasmiðjuni í Rumenia og sleipaður til Vard-skipasmiðjuna í Brattvaag í Noregi. Her verður tað endaliga útgjørt í hesum mánaðinum.

 

Tað hevur víst seg at vera truplari enn væntað, at fáa alt virksemið í landi upp á pláss frá móttøku til framleiðslu, pakning, flutning av skipi og til lossing av bingjum umborð á skipið.

 

- Vit undirmettu fjøltættið, kompleksitetin, viðgongur stjórin í Yara, Svein Tore Holsether.

 

Men skjótt hevur felagið eitt liðugt skip, sum Yara kann byrja at royndarsigla og gera aðrar royndir við undir veruleikakendum viðurskiftum.

 

Kelda: Maritime Danmark