* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Danska skipsarkitektafelagið, Knud E. Hansen, hevur sniðgivið og ment nýggja granskingar- og veitingarskipið hjá Avstralia. Skipið er smíðað sum ísbrótari.

Nýggja ísbrótandi granskingar- og veitingarskipið hjá Avstralia, Nuyina, sum danska skipsarkitektafelagið, Knud E. Hansen, hevur sniðgivið og ment, er farið frá Damen Shipyards í hollendska Vlissingen og hevur sett kós móti heimstaðum, Hobart, á Tasmania. Hetta er sjálv jomfrúferðin hjá Nuyina.

 

Skipið verður týdningarmesta lívlínan til tær tríggjar granskingarstøðirnar hjá Avstralia í Suðuríshavinum - og hjá subantarktisku støðini á Macquarie Island.

 

160 metrar langa ísbrótandi skipið hevur pláss fyri 116 ferðafólkum / granskarum og einari manning upp á 32 fólk. Økið, skipið fer at sigla í, er einar 16.000 fjórðingar, og tað megnar at bróta ís, sum er upp í 1,65 metrar tjúkkur við einari ferð upp á 3 míl.

 

Kostnaðurin fyri Nuyina er 1,4 milliardir dollarar.

 

Nuyina merkir “Suðurljósið” á palawi kani, sum er eitt mál, ið upprunafólkið í Tasmania tosar.

 

Kelda: Maritimedanmark