* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Farmagjøldini fyri bingjur úr Kina til Evropa eru lækkað við 18 prosentum seinasta árið.

Asia-Evropa: Gjøldini minka í stórum

Bara hendan mánaðin eru gjøldini hjá bingjureiðaríunum á leiðini úr Asia til Evropa minkað við 18 prosentum.

 

Hóast fleiri rutur eru avlýstar fyri at halda prísunum uppi hjá bingjureiðaríunum, eru gjøldini fyri eina 20 fóts-bingju úr Shanghai til Norðurevropa lækkað við 18 prosentum hendan mánaðin.

 

Tað vísir ein uppgerð, sum er gjørd av Shanghai-indeksinum. Indeksið er sett saman av farmaleiðum úr Shanghai til 15 lyklahavnir kring um í heiminum. Í hesari uppgerðini sæst, at bara hesa seinastu vikuna fall gjaldið á leiðini úr Shanghai til Norðurevropa við 6,7 prosentum. Tað er eitt fall upp á 55 dollarar.

 

Leiðin í Miðjarðarhavið fall við 48 dollarum til 804 dollarar, ímeðan leiðirnar til USA eru støðugari. Gjøldini til vesturstrondina í USA fall við seks dollarum, ímeðan túrurin til eysturstrondina í USA fall við 10 dollarum. Her skulu vit minnast, at prísirnir eru fyri 40 fóts-bingjur og ikki 20 fóts-bingjur.

 

Fallið í gjøldunum er kanska ikki so heilt óvanligt, tá kinesiska frítíðarvikan, Goldan Week, er fyri framman. Kortini kann Maersk Line fáa rættiliga ilt í ”lumman” av føllunum.

 

”Gjøldini úr Asia til Evropa eru á leið tey somu í dag sum fyri einum ári síðani. Men tað er tann munurin, at reiðararnir í dag gjalda 50 prosent meira fyri bunkring,” sigur Neil Dekker, greinari, við The Loadstar.

Kelda: Søfart / The Loadstar