* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Kavbáturin, ARA San Juan, er funnin á 800 metrar dýpu. Umborð vóru 44 sjófólk, tá hann hvarv fyri einum ári síðani.

Argentina megnar ikki at lyfta kavbát av havsins botni

Verjumálaráðharrin í Argentina hevur boðað frá, at landið ikki hevur útgerð, sum skal til at lyfta kavbátin, ARA San Juan, av 800 metrar dýpi í Atlantshavinum. Argentinski flotin hevur savnað familjur hjá teimum druknaðu á Mar del Plata-herflotastøðini.

 

- Vit eru saman við øðrum familjulimum. Her fara tey at vísa okkum myndir. Tey siga, at børn okkara eru inni í kavbátinum, sigur Yolanda Mendiola, mamma 28 ára gamla sjómannin, Leandro Cisneros.

 

Vrakið av kavbátinum, sum hvarv 15. november í 2017 við 44 sjófólkum umborð, varð funnið hósdagin. Sambært Gabriel Attis, leiðara á Mar del Plata-herflotastøðini, er kavbáturin mestsum heilur enn. Familjur hjá manningini krevja, at myndugleikarnir hevja vrakið.

 

Myndugleikarnir siga, at hóast meginparturin av vrakinum framvegis er heilt, so er tað illa farið. Til dømis er hann kroystur nógv, og vrakpetti liggja spjødd 70 metrar frá vrakinum.

 

Sambært serfrøðingum skal eitt risa arbeiði til at hevja vrakið, og tað fer at kosta í minsta lagi eina milliard dollarar.

 

Kelda: Maritime Damark