
Arbeiðsloysið í Bretlandi liggur er nú 3,5 prosent, minkað niður úr 3,6 prosentum
í august, vísa almenn bretsk tøl.
Ikki síðan 1974 hava so fáir bretar leitað eftir arbeið.
Bloomberg skrivar, at tølini vísa ein framhaldandi trongan arbeiðsmarknað, og tað fær arbeiðsmarknaðin at stúra. Eitt so lágt arbeiðsloysi hevur við sær, at trupult er hjá fyritøkum at finna arbeiðsfólk, sum tørvur er á, nakað sum trýstir lønirnar og inflasjónina uppeftir.
Og júst Bretland hevur havt hægstu inflasjónina í Evropa. Orsøkin er heilt óvanliga høgu bensinprísirnir.
Í august var prísvøksturin í Bretlandi 9,9 prosent samanborið við somu tíð í fjør. Og tað var eitt vet lægri enn í juli í fjør, tá inflasjónin var 10,1 prosent.
Tá koronufarsóttin herjaði bretar, misti Bretland fleiri hundrað túsund arbeiðsfólk, og eingi tekin er til, at hesi eru á veg innaftur á bretska arbeiðsmarknaðin.
Kelda: E24