
Ammoniakk verður mest nýtta brennievnið í 2050. Tað væntar Aljóða Orkustovnurin (IEA) í frágreiðing síni, World Energy Oytlook 2022. IEA skpáar, at ammoniakk tá fer at fevna um 45 prosent av tørvinum á brennievni til skip.
Næst eftir ammoniakk fara at koma brint/vetni og lívfrøðiorka, og tey fara at fevna um 20 prosent av nýtsluni, metir IEA.
- Skip hava eina livitíð upp á 20-35 ár, sum ger tað truplari at taka upp nýggja lágútlátstøkni, og tað ger sítt til, at olja framvegis fer at verða nýtt í 15 prosentum av alheimsflotanum í 2050, verður sagt í frágreiðingini.
Kelda: IEA