
Kenda amerikanska sjónvarpsstjørnan, Justin Fornal og toymi hansara, eydnaðust ikki at koma til Pim Island í báti teirra, haðani Fornal skuldi svimja aftur til Qaanaaq. Tað eydnaðist honum kortini at svimja 18 kilometrar.
Fyri viku síðan gjørdi amerikanarin Justin Fornal og toymi hansara eina roynd at sigla gjøgnum stóru mongdirnar av havísi til Pim Island í Kanada, har Justin Fornal skuldi loypa á sjógv og svimja meira enn 40 kilometrar til Qaanaaq. Altso skuldi hann royna at svimja úr Kanada til Grønlands.
Sunnudagin 14. august sigldi toymið úr Qaanaaq, men sigldu inn í nógvan ís á middegi dagin eftir.
Eftir royndina gjørdi toymið av, saman við grønlendskum ferðaleiðarum, at velja eina styttri leið, tí boðað verður frá meira ísi, og sjógvurin verður samstundis kaldari fyri hvørja viku.
- Eftir ein “brainstorming” hava vit avgjørt av, at Fornel skal svimja frá tí staðnum, teir sleppa tættast Kanada. Vit svimja har, náttúran loyvir tí, skrivar Great Arctic Swim sambært Sermitsiaq.
Tað eydnaðist kortini Justin Fornal at svimja 18 kilometrar í 7 tímar og 30 minuttir.
Kelda: Sermitsiaq