
Altjóða samstarv millum Intermarine og Zeaborn
Amerikanska Intermarine og týska Zeaborn eru
farin í altjóða samstarv í avbjóðandi prosjektlast- og tungídnaðinum. Roknað
verður við, at felagið fær fleiri enn 100 skip í flotan.
Partaeigararnir í
nýggja Zeamarine hava bundið seg til at skjóta meira pening seinni til tess at
økja samstarvið og vaksa felagið.
Í byrjanini vera 75
skip í felagnum, men við ársskiftið 2018-19 verður roknað við, at fleiri enn
100 skip eru í flotanum hjá samtakinum.
Samstarvið fer
eisini at umfata skrivstovur og starvsfólk hjá Intermarine og Zeaborn.
- Hvør einstøk eind
og hvørt einstakt starvsfólk hjá feløgunum veita nýggja samtaksfelagnum stór
virði. Intermarine er eitt kent felag í USA, Suðuramerika og Asia, og Zeaborn
er ógvuliga sterkt í Asia og Evropa, sigur høvuðseigarin í Zeaborn, Ove Meyer.
Intermarine varð
stovnað í 1990 í New Orleans, Louisiana, har last- og kundaloysnir komu í
fyrstu røð.
Zeaborn hevur økt
um farmasiglingina við ferð seinastu fimm árini bæði í Evropa og í Fjareystri.
- Hesin pallurin
fer framhaldandi at styrkja menningina innan fleiri øki á alheims marknaðinum,
sigur Andre Grikitis, forstjóri í Intermarine, LLC.
Kelda: Zeaborn og
Seatrade Maritime News