* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Hendan kinesiska tyrlan var við í bjargingarátakinum.

Kina, USA og Avstralia arbeiddu tætt saman í einum bjargingarátaki, sum 1. jóladag endaði við, at ein álvarsliga sjúkur avstralskur granskari á Davis Research Støðini har eysturi í Antarktis, varð fluttur til Hobart í Tasmania. Ein kinesiskur ísbrótari hevði ein stóran leiklut í átakinum.

 

Bjargingarátakið var ikki bara trupult grundað á velduga longu fjarstøðuna, men eisini av strongu trygdartiltøkunum, sum tryggja at Covid-19 ikki breiðir seg til Antarktis, tí har kann tað fáa álvarsligar avleiðingar á granskingarstøðunum, sum liggja ógvuliga avbyrgdar og langt frá umheiminum.

 

Davis Research Støðin, har sjúki granskarin arbeiddi, liggur 1.400 kilometrar frá flogvøllinum, ið liggur tættast støðini. Tað er flogvøllurin, Wilkins Aerodrome, har flogfør, sum eru før fyri at flúgva til Avstralia, kunnu lenda.

 

Í fyrstu atløgu sá uppgávan út at vera ómøgulig, men eitt framúrskarandi samstarv millum Kina, USA og Avstralia loysti kortini uppgávuna.

 

Fyrst fór eitt amerikanskt propellflogfar av slagnum, Basler, sum er útgjørt við skíum, av amerikonsku granskingarstøðini, McMurdo, til Wilkins Aerodrome, sum liggur 2.200 kilometrar frá McMurdo.

 

Her fór ein avstralskur lækni umborð á flogfarið. Síðan fór flogfarið víðari 1.400 kilometrar til ein “improviseraðan” flogvøll í kavanum einar 40 kilometrar frá Davis Research Støðini.

 

Ímeðan amerikanska floglfarið framvegis var á flogi, lætti ein tyrla av kinesiska ísbrótaranum, Xue Long 2, sum av tilvild var staddur nærindis, har hann veitti einari kinesiskari granskingarstøð tænastur. Kinesiska tyrlan fleyg til Davis Research Støðina, haðani hon flutti sjúka avstralska granskaran teir avgerandi 40 kilometrarnar til improviseraða flogvøllin í kavanum.

 

Alt gekk væl, og nakrar tímar seinni kundi eitt avstralskt Airbus 319-flogfar lenda í Wilkins Aerodrome og flúgva granskaran til viðgerðar á sjúkrahúsi í Hobart í Tasmania.

 

Avstralsku myndugleikarnir vilja einki siga um, hvat feilti sjúka granskaranum, men talan var ikki um Covid-19.

 

Øll fólkini, sum vóru við í gjargingarátakinum, gjørdu sítt ítarsta fyri ikki at hava likamligt samband, og bæði tyrla og flogfør vórðu gjørd gjøllilga rein fyri at tryggja, at Covid-19 ikki skuldi berast til Antarktis.

 

Kelda: Maritimedanmark



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=shiWa-FB8hc&feature=emb_title]
Sjónmyndaupptøkur av altjóða bjargingartiltaki í Íshavinum.