* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Alibáturin er nú komin umborð á eina kranabát.

Ein alibátur, sum fyri kortum sakk við vesturstrond Skotlands, er hevjaður upp av botni, og er komin umborð á eitt skip. Nú skal hann umvælast.

 

Tiffany of Melfort, sum báturin eitur, sakk eystanfyri Harris út fyri vesturstrond Skotlands 31. oktober í ár. Í farnu viku varð hann hevjaður upp aftur av botni, og er komin umborð á kranaskipið, Lara 1.

 

Báturin varð hevjaður upp av botni nakrar fáar dagar eftir, at hann sakk, men skrokkurin hevði fingið skaða, og tí var trupult at hevja hann.

 

Eigarin, sum er alifelagið, Kames, í Kilmelford nærindis Oban í Skotlandi, bíðar framvegis eftir at finna útav, hvar alibáturin skal umvælast. Kranaskipið liggur í løtuni og krokar nærindis Ardnamurchan og bíðar eftir betri veðri, áðrenn kósin verður sett móti James Watt Dock í Greenock, har alibáturin skal kannast nærri.

 

Stjórin í alifelagnum, Kames, Stuart Cannon, segði við FishFarmingExpert, at tey ikki vita, um skaðarnir yvirhøvur kunnu umvælast.

 

- Ovara helvtin sær gott út, hóast hurðar og rimaverk eru oyðiløgd, sigur Stuart Cannon.

 

Kelda: Skipsrevyen