* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Aldur og streymur kunnu hava elvt til skipsvanlukku

Tað var ikki samanstoytur, men heldur aldur og streymur, ið høvdu við sær, at ein finskur loðsbátur í byrjanini av desember holvdist og sakk í Finska flógvanum. Tað vísa fyribils kanningar. Tveir skipsførarar mistu lívið í vanlukkuni.

Ein av orsøkunum til vanlukkuna kundi verið, at loðsbáturin L242 stoytti saman við eitt skip, sum hann var á veg út til. Men kanningarnar vísa hesum aftur.

Finsku myndugleikarnir trúgva meira upp á, at báturin fekk eina 90 stiga slagsíðu og síðani sakk orsakað av aldum og streymi.

Báturin var bygdur til at lúka allar reglur og skuldi kunna standa ímóti eini slagsíðu upp á 75 stig, meira enn tey kravdu 60 pst., upplýsir skipasmiðjan.

Men slagsíðan hjá bátinum upp á 90 pst. bar í sær, at hann tók sjógv inn ígjøgnum ventilatiónsanleggið og síðani sakk, upplýsir Jens Ahlsko, sum er stjóri á skipasmiðjuni, Kewatec Aluboat, sum bygdi bátin.

Ahlsko heldur sambært Maritime Executive, at reglurnar kunnu verða broyttar sum avleiðing av deyðsvanlukkuni. Loðsar í fleiri øðrum londum brúka sjálvsupprættandi bátar. 

Kanningarnar av orsøkini til vanlukkuna halda fram til í summar.

Kelda: Maritime Executive/maritimedanmark.dk