* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eimskip hevur nú fingið innlit í kanningar, sum ákæruvaldið hevur gjørt í máli um kappingaravleiðing.

Ákærivaldið letur Eimskip upplýsingar í kappingarmáli

Íslendska Eimskip, sum ákæruvaldið í fleiri ár hevur kannað fyri skuldsetingar um ólógligar avtalur við Samskip, fær nú atgongd til upplýsingar hjá ákæranum.

 

Íslendska ákæruvaldið hevur, eftir í áravís at hava kannað skuldsetingar um brot á kappingarreglurnar og fyri ólógligar avtalur við kappingarneytan, Samskip, latið Eimskip og Samskip upplýsingarnar í kanningunum.

 

Tað boðar Eimskip frá. Felagið er á keypsskálanum í Reykjavík.

 

Sakførarar hjá Eimskip granska í løtuni leyslatnu skjølini. 

 

Málið snýr seg um eina røð av skuldsetingum um ólógliga framferð, sum íslendsku kappingarmyndugleikarnir meina, at Eimskip og Samskip framdu frá 2008 til 2013.

 

Feløgini skulu hava lutað viðskiftafólk ímillum sín við einari loyniligari avtalu um ikki at fara eftir størstu viðskiftafólkunum hvør hjá øðrum. Avtalur, sum tóku støðið undan einari natúrligari kapping og gjørdi tað møguligt hjá feløgunum at hækka kostnaðirnar hjá viðskiftafólkunum.

 

- Heilt síðani kappingarmyndugleikarnir noktaðu at lata Eimskip atgongd til upplýsingar í málinum, hevur felagið áhaldandi kravt kunning í málinum, men bara undantaksvís er nøkur kunning givin. Nú er tað so endiliga veruleiki, boðar Eimskip frá.

 

Íslendsku kappingarmyndugleikarnir hava sambært Eimskip ikki tikið endaliga avgerð í málinum, men tey upplýsa, at málið framvegis verður viðgjørt.

 

Eingin í felagnum er skuldsettur, skrivar Eimskip.

 

Kelda: Shippingwatch