* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Aftur eitt sjórænaraálop hevur verið í Guineavíkini.

Seks ella sjey sjórænarar í einum skjóttgangandi motorbáti hava lopið á ganesiska farmaskipið, Am Delta, meðan skipið var statt 44 fjórðingar sunnanfyri Brass í Nigeria. Fimm av manningini upp á sjey eru tikin gíslar og eru farin av skipinum aftur saman við sjórænarunum.

 

Áðrenn sjórænararnir fóru av skipinum, oyðiløgdu teir alla samskiftis- og navigasjónsútgerð umborð.

 

Skipið hevur síðan ligið og rikið við tveimum av manningini.

 

Hetta er níggjunda álopið í Guineavíkini bara í hesum mánaðinum. Íalt 22 gíslatøkur hava verið hesa somu tíðina.

 

Saman við teimum fimm av manningini frá Am Delta vera 115 sjófólk í løtuni hildin gíslar í Vesturafrika.

 

Økta talið av álopum í Guineavíkini fekk í farnu viku danska verjumálaráðharran, Trine Bramsen, at seta seg í samband við onnur lond í Evropa fyri at byggja upp eina samgongu, sum kann taka sær av hóttanini móti skipaferðsluni í Guinevíkini.

 

Kelda: Maritime Danmark