
Lægri oljuprísir kunnu næstu tíggju árini kosta upp í 90.000 arbeiðspláss í norska oljuídnaðinum, boðar norska stjórnin frá. Nógvir føroyingar arbeiða í norsku oljuvinnuni í dag.
Eini 90.000 størv í norsku oljuvinnuni kunnu hvørva næstu tíggju árini, sigur norska stjórnin. Fram til 2030 verður roknað við, at oljuvinnan fer at minka 60 prosent samanborið við støðið í 2018. Orsøkin er framhaldandi óvissan um oljuprísin.
Tað skrivar norska Finansavisen.
Hetta kann gerast veruleikin, heldur ávísin, um oljuprísurin minkar niður í 30 dollarar fyri tunnuna pr. mmBtú. Men sambært norska fíggjarmálaráðharranum, Jan Tore Sanner, gera royndirnar frá oljukreppuni í 2014 møguliga fallið minni hóttandi.
- Eg haldi, at hátturin, kreppan tá varð handfarin, vísir, at vit eru væl fyrireikað. Tey, sum arbeiða í olju- og gassídnaðinum, hava evnini, sum eru týdningarmikil í øðrum størvum, ikki minst í grønu broytingini, sigur hann við NTB.
Seinasta oljukreppan kostaði norsku oljuvinnuni 50.000 størv.
Kelda: Shippingwatch