* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ein 71 ára gamal pensjóneraður fallskíggjahermaður ætlar at reka um Atlantshavið í einari tunnu.

71 ára gamal pensjónistur ætlar um Atlantshavið í einari tunnu

71 ára gamli fraklendingurin, Jean-Jacques Savin, fór frá Kanarisku Oyggjunum í stóru tunnu síni mikudagin. Nú vónar hann at reka um Atlantshavið.

 

Jean-Jacques vónar at vera í Karibia í mars mánað. Ferðin liggur um tveir til tríggjar kilometrar um tíman, sum er tað sama sum ein til tveir fjórðingar um tíman. Fyri AFP-tíðindastovuni hevur hann sagt, at hann væntar bara at nýta vind og streym at koma sær tvørtur um Atlantshavið.

 

Hann legði út fra oynni El Hierro, einari av Kanarisku Oyggjunum, mikudagin, og í gjár, hósdagin, var hann komin 19 fjórðingar úr landi.

 

Pensjóneraði  franski fallskíggjahermaðurin hevur fingið feløg og onnur at sponsorera ferðina tvørtur um hav. Hann hevur eisini stovnað eina facebook-síðu, so fólk kunnu fylgja honum á ferðini.

         

Í “tunnubátinum” er ein koyggja, ein lítil køkur/kabúss, eitt skrivstovuborð ella skrivstovupláss, og goymslupláss til mat.

 

Kelda: Fox8


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=PT416OIs-Yc]
Sjónbandaupptøkur av tunnubátinum hjá Jean-Jacques Savin.