* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

500 skip rakt av asiatiskum fløskuhálsum

Millum 400 og 500 turrfarmaskip bíða í løtuni eftir at sleppa av við lastir sínar í asiatiskum havnum. Flestu skipini bíða sambært upplýsingum frá Thomson Reuters út fyri kinesisku stórhavnunum Shanghai og Ningbo.

Fløskuhálsarnir byrjaðu at gera vart við seg í byrjanini av 2017, tá fleiri kinesiskar havnir herdu krøvini fyri lossing av koli. Talið á skipum, sum bíða eftir at sleppa av við sínar lastir er vaksið munandi seinastu mánaðirnar.

Fløskuhálsarnir hava havt við sær, at kolprísurin er farin upp í loft.

Summi av skipunum hava bíðað í útivið tveir mánaðir út fyri havnunum.

Kelda: World Maritime News/maritimedanmark.dk