* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Russiska rannsóknarskipið, Akademik Loffe. Mynd: Gordon Leggett / Wikimedia Commons



Eitt krav upp á 40 milliónir krónur frá kanadiskum felag er fyribils endað við, at eitt russiskt skip verður hildið aftur í Danmark.

 

Um middagsleitið mánadagin í farnu viku troppaðu løgverjufólk upp á russiska rannsóknarskipinum, Akademik Loffe, sum lá á reðuni uttan fyri Skagen og bíðaði eftir at fáa brennievni.

 

Blaðið Søfart skrivar, at tveir tímar frammanundan hevði fútarætturin í Hjørring givið loyvið til at leggja hald á skipið. Orsøkin var eitt milliónakrav frá einum kanadiskum ferðafyriskipara.

 

One Ocean Expeditions Inc., sum ferðavinnufelagið eitur, krevur slakar 40 milliónir krónur frá eigaranum hjá Akademik Loffes, og tað er ein rannsóknarstovnur undir russiska státinum. Kanadiska felagið hevur fyrr leigað skipið við manning og skipsførara til reikferðarannsóknir í Arktis.

 

Í 2018 strandaði skipið norðanfyri Kanada við einum størri bólki av ferðafólkum. Nógvar tímar seinni slapp skipið leyst aftur, men skaðarnir vóru so umfatandi, at restin av túrinum – og restin av háárstíðini hjá skipinum, varð avlýst.

 

One Ocean Expeditions meinar, at manningin hevði ábyrgdina og beinleiðis skyldina av óhappinum, millum annað tí tey ikki høvdu lisið sjókortini.

 

Í løtuni hevur skipið proviant, vatn og brenievni til 60 dagar.

 

Kelda: Søfart