* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Russiska fiskiskipið, Onega, sakk í ódnarveðri mánanáttina. Sekstan av manningini eru ikki komin afturíaftur.

Tvey av manningini á russiska fiskiskipinum, Onega, eru funnin á lívi, eftir at skipið sakk vestanfyri Novaja Semlja mánanáttina. Leitað verður eftir 16 av manningini, meðan eitt fólk er funnið sjólátið.

 

Ein kelda í russiska kreppuráðnum sigur við russisku tíðindastovuna, TASS, at tey ganga út frá, at allir teir 16 saknaðu russararnir eru sjólátnir.

 

- Yvirísaða fiskiskipið sakk í ódnarveðri, har mestsum eingin møguleiki var at verða bjargaður í ísakalda sjónum, sigur keldan við TASS.

 

Fimm skip eru send í økið at leitað, har seinast frættist frá skipbrotnað fiskiskipinum. Veðrið í økinum er hinvegin somikið vánaligt, at eingin møguleiki er at leita við flúgvara og tyrlum.

 

Norski miðilin, Skipsrevyen, skrivar, at høvuðsbjargingarstøðin í Norðurnoregi er kunnað um hendingina, men er ikki við í leitingini.

 

“Onega” varð smíðað í 1979, er 39,5 metrar langt og 7,72 metrar breitt. Skipið hevur fyrr havt navnið, Remifisk, og varð smíðað á Vaagland Båtbyggeri í Noregi.

 

Kelda: Skipsrevyen