* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

150 ár við donskum sjómanskirkjum

12. november 1867 var ein søguligur dagur hjá donskum sjómonnum. Tá varð fyrsta danska sjómanskirkjan uttanlands sett á stovn í Hull í Onglandi. Í hesum sambandi varð hátíðargudstænasta í Holmens Kirke í Keypmannahavn í gjár, har millum annað Margretha drotning luttók.

Hesi 150 árini eru sjómanskirkjur stovnaðar kring allan heimin. Tær hava gjøgnum tíðirnar havt stóran týdning fyri nógvar danskar - og føroyskar - sjómenn, tá teir sigldu úti.

- Tá vóru nýmótans samskiftismiðlar ikki til, so kirkjurnar og serliga presturin høvdu stóran týdning fyri sjómenninar, tí presturin kom umborð við brøvum og einum lurtandi oyra, sigur Anne Steffensen, formaður í Danske Rederier.

Sjómenninir vóru burturi í fleiri mánaðir í senn, og mótsatt í dag høvdu teir ikki møguleika at tosa við familju og vinir heima umvegis telefon ella alnótina. Prestarnir høvdu tí eina týdningarmikla sosiala uppgávu.

- Tá sjómenninir komu í fremmanda havn, var presturin ein persónur, ið kom og lurtaði. Teir hava sjálvandi eisini havt kristna boðskapin við sær, men fyri tað mesta lurtaði presturin eftir vanligu, menniskjansligu trupulleikunum hjá sjómonnunum, sigur Anne Steffensen.

Nógv broytt

Mangt er tó broytt síðani tá. Í dag eru sjómenninir úti í styttri tíð, teir eru ikki í havnum líka leingi sum fyrr, og teir hava nú møguleika at fáa samband við familju og vinir heima.

Í dag eru 53 danskar sjómans- og uttanlandskirkjur. Serliga í Evropa, men eisini í Miðeystri, Asia og Norður- og Suðuramerika.

Kelda: ritzau