* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Bingjuskipið, MV Mozart.

Í samstarvi millum turkiskar og nigeriskar myndugleikar er tað eydnast at fáa 15 rænd sjófólk av bingjuskipinum, MV Mozart, leyslatin. Nigeriskir sjórænarar rændu sjófólkini í Guineavíkini hin 23. januar í ár og tóku tey til gísla.

 

Maritimedanmark skrivar, at tað er ógreitt, um loysigjald er goldið fyri sjófólkini, men blaðið heldur tað vera væl hugsandi.

 

Álopið á MV Mozart var óvanligt á tann hátt, at tað varð framt langt úr landi, og ein av manningini varð skotin og doyði av skotunum.

 

Sambært turkisku sjónvarpsstøðini, NTV, vórðu tey 15 sjófólkini flutt til Nigeria, har tey vórðu latin myndugleikunum. Sjófólkini skulu nú gjøgnum eina røð av heilsukanningum, áðrenn tey fara við flogfari úr Abuja til Turkalands.

 

MV Mozart, sum er 2.824 teu stórt, varð álopið 98 fjórðingar vestanfyri Sao Tomé og Príncipe, tá tað var á veg úr Lagos til Cape Town í Suðurafrika.

 

Sambært óváttaðum keldum royndi manningin at goyma seg í sonevnda “sitadellinum” umborð, tá sjórænararnir gingu upp á skipið. Men onkursvegna eydnaðist tað sjórænarunum at trongja seg inn í sitadellið, og tað skuldi vera tá, at ein av manningini, ein maður úr Azarbadjan, varð skotin og doyði.

 

Kelda: Maritimedanmark