* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Aftaná nærum 15 ára stríð móti sjórænaravirksemi í havinum út fyri Eysturafrika, er stríðið av. Frá komandi árskifti verður Indiahavið mett at vera trygt at ferðast í, og verður tískil ikki “Hávandaøki”. Sjórænaravirksemið hevur kravt 65 sjófólkum lívið, meðan meira enn 3.000 vórðu tikin sum gíslar.

 

Handan avgerðina eru millum onnur ICS, Bimco, Intercargo og Intertanko. Reint formelt verður avgerðin tikin á komandi fundinum hjá IMO í oktober í ár.

 

Eingin fráboðan um rán hevur verið út fyri Eysturafrika síðan 2018.

 

Bardagin ímóti sjórænarum fór ikki einans fram við herskipum, men í tøttum samstarvi millum eina røð av tjóðum, sjóvinnuna sjálva og skipaeigararnar.

 

Mett verður, at sjórænaravirksemið út fyri Eysturafrika hevur kostað skipaferðsluni meira enn 50 milliardir krónur.

 

Hóast sjórænarar ikki longur hótta skipaferðsluna í Indiahavinum, verður framvegis mælt skipunum at hava skerpað eftirlit í sjóøkinum út fyri Arika-Horninum.

 

Kelda: Maritimedanmark