* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Hetta var trolarin, flóttafólk ætlaðu at stjala fyri at koma sær úr Fraklandi til Onglands um Ermarsund.

14 flóttafólk ætlaðu at sigla um Ermarsund í stolnum trolara

Franska løgverjan hevur handtikið 14 flóttafólk, sum skuldu loysa frá landi í Boulogne í einum stolnum trolara, við ætlanini at sigla um Ermarsund til Onglands ólógliga. Tey vórðu handtikin, meðan tey brutu inn í trolaran.

         

Tey 14 flóttafólkini verða søgda at vera út Irak, teirra millum er ein mamma og lítla barn hennara. Síðani eru tvey fólk handtikin, undir illgruna fyri mannasmugling, skrivar AFP-tíðindastovan.

 

Hendan seinasta hendingin við ólógligum flóttafólkum, sum ætla sær um Ermarsund úr Fraklandi til Onglands, kemur stutt eftir, at bretska sjóverjan hevur staðfest, alt fleiri flóttafólk royna at koma sær um Ermarsund í smærri bátum. Tá er talan um smábátar á stødd við jollur og líknandi smábátar.

 

Bara í desember mánaði vórðu 230 flóttafólk handtikin, tá tey royndu at fara um Ermarsund í smábátum – ólógliga.

 

Kelda: The Maritime Executive